Mentan

Kira Skov, Eivør og Teitur spæla konsert

Kira kemur nevnliga til Føroyar í apríl at spæla konsert í Norðurlandahúsinum og Mentanarhúsinum. Her fer hon at framføra løg frá seinastu útgávuni “Spirit Tree”, og á pallinum kemur hon millum gott fólk. Umframt Mette Lindberg, verða bæði Eivør og Teitur við sum gestasolistar

(Mynd: Norðurlandahúsið)

(Mynd: Norðurlandahúsið)

2022-02-04 11:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

"Jeg har altid følt mig draget af Færøernes vulkanske stepper. Klipper, mos og drømmetåger. Den smukke, kraftfulde og omskiftelige natur jeg indtil videre kun har set på fotografier.”  

Soleiðis sigur danska sangarinnan, sangskrivari og tónaskald Kira Skov, tá ið prátað verður um Føroyar. Men skjótt trína føroysku klettarnir út úr dreymatokuni og inn í veruleikan. Kira kemur nevnliga til Føroyar í apríl at spæla konsert í Norðurlandahúsinum og Mentanarhúsinum. Her fer hon at framføra løg frá seinastu útgávuni “Spirit Tree”, og á pallinum kemur hon millum gott fólk. Umframt Mette Lindberg, verða bæði Eivør og Teitur við sum gestasolistar.  

Útgávan “Spirit Tree” varð gjørd í eini lock-down tíð. Tá korona rakti heimin og fólk sótu avbyrgd hvør frá øðrum, fór Kira Skov undir at brúka sín tónleik til at knýta sambond. Sambond við tónleikarar og sangarar, sum hon antin hevði arbeitt saman við, kendi ella metti høgt. Saman við teimum ynskti hon at skapa meining í eini tíð, sum onga meining tyktist at geva.  

Hóast stóra frástøðu eydnaðist henda framsøkna verkætlan. Øll vildu vera við, og úrslitið bleiv ein hugvekjandi og fjølbroytt útgáva við íkasti frá sangarum og tónleikarum so sum Jenny Wilson, Mark Lanegan, Bonnie Prince Billy, John Parish, Bill Callahan, Lionel Liminana, Mette Lindberg, Marie Fisker, Stine Grøn og Steen Jørgensen. Útgávan, sum eitur Spirit Tree, hevur fingið ómetaliga góð ummæli í Danmark. 

So har er nógv at gleða seg til, bæði í Norðurlandahúsinum og Mentanarhúsinum. Eisini fyri Kiru Skov, ið sigur “Jeg ser virkelig frem til vores besøg på de magiske klippeøer”. 

Kira Skov við gestasolistunum Mette Lindberg, Eivør og Teitur spæla konsert í: 

Norðurlandahúsinum, 22. apríl, kl. 20.

Mentanarhúsinum, 23. apríl, kl. 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder