Uttanlands

Kinesiskur journalistur útvístur úr Svøríki

Talan er um eina 57 ára gamla kvinnu, sum hevur búð í Svøríki í 20 ár og hevur mann og familju í landinum – Sambært svenskum mydnugleikum er hon ein hóttan móti trygdini í Svøríki

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-04-08 14:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein kinesiskur journalistur er blivin útvístur úr Svøríki og sleppur ongantíð innaftur í landið.

Talan er um eina 57 ára gamla kvinnu, sum hevur búð í Svøríki í 20 ár og hevur mann og familju í landinum.

Orsøkin til útvísingina er, at kvinnan sambært svensku fregnartænastuni Säpo er ein hóttan móti svensku trygdini.

Hon hevur verið afturhildin síðan oktober, og síðani hevur svenska útlendingastýrið mett, at grundarlag er fyri útvísing. Avgerðin varð kærd og síðani staðfest av einum svenskum dómstóli.

Svenskir miðlar skriva, sambært Ritzau, at journalisturin í nógv ár hevði tætt samband við kinesisku sendistovuna í Svøríki og við onnur, sum høvdu tilknýti til kinesiska stýrið. Júst hví Säpo og svensku myndugleikarnir meta, at journalisturin er ein álvarslig hóttan móti svensku trygdini verður tó ikki upplýst.

Umframt at kvinnan hevur arbeitt sum journalistur, hevur hon skipað fyri fleiri vitjanum til Svøríki hjá umboðum hjá kinesiska vinnulívinum og kinesisku myndugleikunum. Eisini hevur hon skipað fyri fleiri tiltøkum í Svøríki fyri at stuðla kinesisku stjórnini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder