Innanlands

Kina venur flogskiparar til at leypa á USA

Pentagon sigur at Kina ger venjingar í at leypa á USA

Kinesiskt bumbuflogfar (Mynd: CNBC)

Kinesiskt bumbuflogfar (Mynd: CNBC)

2018-08-17 21:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nýggj frágreiðing frá Pentagon sigur, at Kina er í ferð við at byggja ein flota av langfjarstøðu bombuflogførum, og mest sannlíkt venur flogskipararnar í at leypa á USA.

“Seinastu trý árini hevur kinesiski herurin útbygt undirvatnsbumbustýringina og hevur ogna sær royndir í týdningarmiklum havøkjum, og hevur mest sannlíkt vant álop á USA og teirra sameindu” sigur frágreiðingin.

Frágreiðingin sigur eisini, at Kina hevur lagt seg eftir at menna kjarnorkuvápn, sum skulu kunna nýtast í venjingunum.

Forsetin í Kina, Xi Jinping, hevur aldrin goymt, at hann ynskir at nútímansgera kinesiska herin, og at hetta millum annað inniber at betra um tøku vápnini hjá herinum, skrivar CNN.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder