2025-07-31 15:26

Minst 60 fólk eru deyð í norðara parti av Kina, sum seinastu vikuna ella so hevur verið raktur av ógvusligum regni.
Yvirflóðir hava eisini verið, og hetta hevur kosta nógvum lívi.
Sambært myndugleikum í Kina og altjóða tíðindastovum eru eisini nógv fólk saknaði - í øllum førum níggju.
Tað hevur millum annað regnað óvanliga nógv í høvuðsstaðnum Beijing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald