Kinesiska uttanríkismálaráðið krevur, at USA leyslatir Nicolas Maduro, forseta í venesuela og konu hansara alt fyri eitt.
– Kina heitir á USA um at tryggja persónligu trygdina hjá Nicolas Maduro forseta og konu hansara, leyslata tey alt fyri eitt og steðga royndini í at koppa stjórnini í Venesuela, skrivar kinesiska uttanríkismálaráðið.
Sambært fleiri miðlum eru Maduro og kona hansara í New York, har tey verða skuldsett fyri m.a. rúsevnayvirgang og samansvørjing um smugling av kokaini.
Les eisini: Venesuela: Varaforsetin virkandi forseti
Kina, sum hevur tætt samband við Venesuela, fordømir álopið hjá USA á Venesuela náttina til leygardagin, har forsetin varð tikin til fanga, og kalalr gerðirnar hjá USA "eitt greitt brot á altjóða rætt".
Les eisini: Venesuela: Í minsta lagi 40 dripin í amerikonskum álopum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald