Uttanlands

Kina hóttir við revsitiltøkum móti USA

Orsøkin er, at USA selur vápn til Taivan

Donald Trump, foresti saman við Mike Pompeo, uttanríkisráðharra - her í Vietnam fyrr í ár. USA hevur góðkent eina vápnasølu til Taivan, ið Kina er í stríð við - Mynd: EPA

Donald Trump, foresti saman við Mike Pompeo, uttanríkisráðharra - her í Vietnam fyrr í ár. USA hevur góðkent eina vápnasølu til Taivan, ið Kina er í stríð við - Mynd: EPA

2019-07-16 08:58 Author image
Agnar Prestá

Í gjár bórust tíðindini um, at Kina í farna ársfjórðingini hevur havt tann lægsta fíggjarliga vøksturin í 27 ár. Handilskríggið við USA verður mett at vera ein av høvuðsorsøkunum til hetta, og tað fegnaðist amerikanski fosetin, Donald Trump, eisini um á Twitter í gjár. 

Tað er eitt annað, ið ger at sambandið millum USA og Kina ikki er tað besta í løtuni. Kinesiska stjórnin og kinesiskar fyritøkur hótta nú við, at bróta alt handilsvirksemi við ávísar amerikanskar fyritøkur. Hetta upplýsir kinesiska uttanríkisráðið. Orsøkin er, at har eru nakrar í selja vápn til Taivan. 

Kina viðurkennir ikki Taivan sum annað enn kinesiskt øki, og loyvir ikki Taivan at taka formelt sjálvstýri. USA hevur tó gott samband við oynna beint við heimsins fólkaríkasta land, og í seinastu viku góðkendi tað amerikanska uttanríkisráðið at selja vápn til Taivan fyri fleiri milliardir dollarar. Hetta er ikki fallið í góða jørð hjá kinesarum, ið nú svara aftur. 

placeholder
placeholder