Uttanlands

Kina: Børn og ung sleppa bert at spæla teldu tríggjar tímar um vikuna

Framyvir sleppa børn og ung í Kina bert at spæla telduspøl ein tíma fríggjadag, leygardag og sunnudag, umframt á halgidøgum – Myndugleikarnir vóna við hesum nýggju reglum at forða teimum ungu í at gerast bundin av telduspølum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-08-31 08:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Framyvir sleppa kinesarar undir 18 ár bert at spæla teldu tríggjar tímar um vikuna. Tað boðaði stýrið, sum hevur eftirlit við spælídnaðinum í Kina frá mánadagin.

Heilt nágreiniliga merkir tað, at børn í Kina framyvir bert sleppa at spæla spøl á teldu, playstation, fartelefonum, og øðrum eindum millum klokkan 20 og 21 fríggjadag, leygardag, og sunnudag, umframt á halgidøgum. Á tann hátt vóna myndugleikarnir at forða børnum í at gerast bundin av hesum spølum.

Við nýggju reglunum verður eisini álagt spælfyritøkum at tryggja, at tað ikki er gjørligt hjá børnum og ungum undir 18 ár at spæla spøl uttanfyri ásettu tíðirnar, skrivar Ritzau.

Kina byrjaði tó longu at avmarka telduspælsnýtsluna hjá børnum í 2019. Tá varð ásett, at børn og ung undir 18 ár ikki sluppu at spæla í meira enn hálvanannan tíma um dagin – tó tríggjar tímar á halgidøgum. Men nú eru hesar reglur herdar.

Sambært kinesisku tíðindastovuni Xinhua, spæla 62,5 prosent av kinesiskum børnum ofta spøl á netinum, og 13,2 prosent av teimum spæla í meira enn tveir tímar um dagin gerandisdagar.

Nýggju reglurnar hava elvt til kjak á sosiala miðlinum Weibo, sum kann samanberast við Twitter í Kina. Meðan summi siga seg taka undir við nýggju reglunum, ivast onnur í, hvussu mydnugleikarnir ætla at handhevja teir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder