Uttanlands

Kim Jong-un fingið "framúrskarandi" bræv frá Trump

Hetta bendir á, at Norðurkorea er til reiðar at gera enn eina roynd at fáa semju við USA, sigur serfrøðingur

Donald Trump og Kim Jong-un áðrenn fundin í Hanoi í februar, sum brádliga endaði uttan úrslit (Mynd: EPA)

Donald Trump og Kim Jong-un áðrenn fundin í Hanoi í februar, sum brádliga endaði uttan úrslit (Mynd: EPA)

2019-06-23 12:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, hevur boðað frá, at hann hevur fingið bræv við "framúrskarandi innihaldi" frá amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Kim Jong-un hugsar nú um innihaldið, sum sambært TV2 ikki er almannakunngjørt.

Fyrr í juni mánaða segði Trump eisini, at hann hevði fingið eitt "frálíkt" bræv frá norðurkoreanska leiðaranum.

Tíðindini um brævið frá Trump koma eftir, at Kinesiski forsetin, Xi Jinping hevur verið á søguligari vitjan í Norðurkorea. Har rósti kinesiski leiðarin m.a. Norðurkorea fyri teirra arbeiði við at avvápna landið, sum tey siga seg vera í holt við.

[object Object]Kim Jong-un og Xi Jinping (Mynd: EPA)

Enn hava Hvítu Húsini ikki viljað vátta, at Trump hevur sent Kim Jong-un eitt bræv í Pyongyang.

Serfrøðingar siga, at hetta bendir á, at Norðurkorea er til reiðar at gera enn eina roynd at fáa semju við USA.

- Kina kann hjálpa Norðurkorea við at fáa tað, sum hevur mest týdning fyri landið - trygd og búskaparliga menning. Eftir at hava fingið lyftir úr Kina, roynir Norðurkorea nú at rætta hondina út til USA, sigur Koh Yu-hwan, professari við Dongguk universitetinum í Seoul í Suðurkorea.

Seinastu tíðina hava ábendingar verið um, at tað gongur rætta vegin við kreppurakta búskapinum hjá Norðurkorea, sum er orsøkin til, at nógvir íbúgvar eru á markinum til at svølta. Enn er landið bundið av hjálp úr m.a. Kina.

Í vikuni boðaði Suðurkorea frá, at ætlanin er at senda 50.000 tons av rísi til Norðurkorea gjøgnum World Food Programme hjá ST. Hetta verður aðru ferð, at Suðurkorea sendir norðurkoreanarum hjálparpakka seinasta mánaðan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder