
Tað eydnaðist ikki hjá Friedrich Merz at verða valdur sum týskur samveldiskanslari í fyrsta umfari.
Sera óvæntað fekk hann ikki nóg mikið av atkvøðum, tá atkvøðugreiðsla var í týska tjóðartinginum fyrrapartin. Hann skuldi hava 316 atkvøður, sum er minsta mark fyri at verða valdur til kanslara. Men tað vóru einans 310 tjóðartingslimir, sum atkvøddu fyri honum, skrivar Reuters.
Sambært týska miðlinum Spegel, er tað aldri fyrr hent, at tað ikki er eydnast einum kanslaravalevni at fáa nóg mikið av atkvøðum eftir at samgongusmráðingarnar annars vóru komnar upp á pláss.
Týska tíðindastovan DPA kallar úrslitið fyri eina “vanvirðing” av kanslaravalevninum.
DPA greiðir frá, hvussu tað í gjárkvøldið varð hildið eitt stórsligið fráfaringarhald fyri fráfarandi samveldiskanslaranum, Olaf Scholz, men at hann nú skal halda fram í embætinum til nýggjur kanslari er funnin.
Friedrich Merz, leiðari fyri konservativu flokkarnar CDU/CSU hevur gjørt eina samgonguavtalu við sosialdemokratiska SPD-flokkin. Samgongan hevur tilsamans 328 sessir í samveldisdegnum, og tí er vónbrotið stórt hjá Merz í dag.
Samveldisdagurin hevur nú eina freist á 14 dagar at velja Merz, ella eitt annað valevni til kanslara.
Týska valið var í februar. Tá fekk CDU saman við bayeriska systirflokkinum CSU 28,6 prosent av atkvøðugreiðslunum og tey konservativu gjørdust størst í samveldisdegnum.
Næststørsti flokkur gjørdist víðgongdi høgraflokkurin Alternative für Deutschland (AfD), sum fekk 20,8 prosent av atkvøðunum, sum var ein tvífalding í mun til valið í 2021.
Fráfarandi samveldiskanslarin, Olaf Scholz, og hansara flokkur SPD, fingu 16,4 prosent av atkvøðunum – ringasta valið í søguni hjá sosialdemokratiska flokkinum í Týsklandi, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald