Uttanlands

Kharkiv: Trý deyð og 22 særd í russiskum álopi

Hetta er størsta álopið á Kharkiv, síðan kríggið í Ukraina byrjaði, sigur borgarstjórin í næststørsta ukrainska býnum

Bjargingarfólk í Kharkiv (Mynd: EPA)

Bjargingarfólk í Kharkiv (Mynd: EPA)

2025-06-07 14:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt var boðað frá umfatandi russiskum loftálopi á Kharkiv, sum er næststørsti býur í Ukraina.

Sambært Ihor Terekhov, borgarstjóri í býnum, hava trý fólk latið lív, og 22 eru særd.

Hetta er størsta álopið á Kharkiv, síðan kríggið í Ukraina byrjaði í februar 2022, skrivar borgarstjórin á Telegram.

Ukrainski herurin sigur, sambært Reuters, at Russland hevur sent níggju rakettir og 206 dronur yvir Ukraina í nátt. Ukrainska loftverjan hevur skotið 87 av dronunum niður. Upplýst verður, at tíggju øki vóru rakt í álopinum. 

[object Object]
(Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder