Innanlands

KFUK-skótarnir kenna seg ikki aftur í tíðindunum hja Kringvarpinum

Vit fegnast um stuðulin, men ynskiligt um hann var uttan marking, siga KFUK-skótarnir í skrivi í kvøld

2018-12-14 22:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroya KFUK-skótarnir sendu í gjár bræv til fíggjarnevndina í sambandi við øktu rakstrarjáttanina á 750.000 krónur, sum Magni Laksáfoss, uttanflokkatinglimur, hevur skaffað skótunum.

Peningurin er oyramerktur til Skótadepilin á Selatrað og KFUM-skótarnar. Í brævinum til fíggjarnevndina vístu KFUK-skótarnir á, at ynskiligt var um stuðulin var latin uttan marking.

Í skrivi í kvøld siga KFUK-skótar, at tey ikki kenna seg aftur í tíðindunum í Kringvarpinum, um at stuðulin og markingin av honum hevur fingið ilt í tey.

- KFUK-skótarnir fegnast um hækkaðu játtanina til Skótadepilin á Selatrað, og kenna ikki aftur tíðindini á kvf.fo, um at stuðulin og markingin av honum hevur fingið ilt í okkum.

- Vit sendu í gjár eitt bræv til limirnar í Fíggjarnevndini, har vit júst fegnaðust um stuðulin, men vístu samstundis á, at ynskiligt var, at stuðulin varð latin Føroya Skótaráði uttan marking.

- Føroya Skótaráð er samstarvsráð fyri skótasamskipanirnar í Føroyum, har kundi stuðulin fingið demokratiska viðgerð, sambært reglugerð hjá Føroya Skótaráð og komið øllum føroyskum skótum til góðar, verður sagt í skrivinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder