Litava hevur lýst undantaøsstøðu í landinum vegna hóttanar móti almennu trygdini. Hóttanin kemur frá ballónum, nýttar til smugling, sum landið heldur kemur úr grannalandinum Belarus.
Tað upplýsir litavska stjórnin, sambært Reuters.
Litava skuldsetur Belarus fyri at loyva, at veðurballónig verða brúktar til at smugla sigarettir yvir landamarkið, og hetta hevur fleiri ferðir órógvað flogferðsluna í økinum. Eitt nú hevur verið neyðugt at steingja floghavnina í høvuðsstaðnum, Vilnius, fleiri ferðir orsaka av órógvandi ballónunum.
Belarus sýtir fyri at hava ábyrgdina av ballónunum, og kallar hetta litavskan ágang. Belarus sigur, at Litava hinvegin hevur sent dronu inn í landið, har hon hevur slept “víðgongt tilfar”.
Enn er óvist hvussu long undantaksstøðan verður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald