Mentan

Ken Loach lýsir arbeiðsloysi og flóttar

Filmsfelagið: Ivasom framtíðarútlit í Norðuronglandi sædd úr barrini The Old Oak

2023-12-07 09:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi mikukvøld vísir Filmsfelagið nýggjasta film hjá 87 ára gamla og fleirfalt virðislønta Ken Loach.

Nýggi bretski filmurin hjá Ken Loach, ”The Old Oak”, fer fram í einum lítlum býi í Norðuronglandi, har hjartað og savningarstaður er gamla barrin, ið ber heitið The Old Oak.

Framtíðarútlitini fyri The Old Oak og býin annars verða tó rættiliga ivasom, tá námini lata aftur, arbeiðið steðgar og fólk rýma. Barreigarin, TJ Ballantyne, fær nýggjar avbjóðingar, tá sýriskir flóttar uttan ávaring koma til býin og nýggja støðan gerst spent.

Leikstjóri er hin víðagitni Ken Loach, sum vit fyrr hava sæð við revsandi sosialrealistiskum filmum sum ”Sorry We Missed You” og ”I, Daniel Blake”.

“The Old Oak” verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið 13. desember kl. 20 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder