USA og Iran samráðast um eina møguliga fyribils vápnahvíld, sum kann hava við sær ein enda á krígnum í Miðeystri, siga fýra ónevndar keldur, úr m.a. USA og Ísrael við amerikanska miðilin Axios.
Sambært keldunum er fyrsta stig av avtaluni, sum partarnar saman við meklarum samráðast um, ein vápnahvíld á 45 dagar, sum kann leingjast, um tørvur er á longri tíð at samráðast um ein enda á krígnum.
Keldur siga eisini við tíðindastovuna Reuters, at USA og Iran hava fingið eina ætlan um vápnahvíld, sum kann koma í gildi longu í dag.
Ætlanin snýr seg eisini um at lata Hormuzsundið uppaftur alt fyri eitt, tá semja er funnin millum partarnar.
Samskiftið millum USA og Iran gongur fyri seg umvegis pakistanskar, egyptiskar og turkiskar meklarar, umframt at beinleiðis samskifti er millum serliga amerikanska sendifólkið Steve Witkoff og iranski uttanríkismálaráðharrin Abbas Araghchi, skrivar Ritzau.
Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur givið Iran freist til týsdagin at lata uppaftur Hormuzsundið, sum er týðandi flutningsleið fyri olju og gass úr Miðeystri.
Hormuzsundið hevur í roynd og veru erið stongt fyri skipaferðslu, síðan kríggið byrjaði 28. februar, og hevur ferðslan gjøgnum sundið verið sera avmarkað.
Les eisini: Trump: - Tit hava 48 tímar....
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald