Innanlands

Keldur: Boris Johnson eisini tryggjað sær 100 stuðlar

Sambært bretskum miðlum eru tó bert 56 tjóðartingslimir, ið alment hava boðað frá, at teir stuðla Boris Johnson, meðan 130 siga seg stuðla Rishi Sunak

Boris Johnson fór frá sum forsætisráðharri í september, men nú ætlar hann sær inn aftur í Downing Street 10 (Savnsmynd)

Boris Johnson fór frá sum forsætisráðharri í september, men nú ætlar hann sær inn aftur í Downing Street 10 (Savnsmynd)

2022-10-23 12:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú hava bæði Rishi Sunak og Boris Johnson tryggjað sær stuðul frá 100 konservativum tjóðartingslimum, og kunnu teir sostatt báðir fara víðari til næsta valumfar mánadagin. Tað siga keldur í øllum førum við bretskar miðlar.

Fyrrapartin í gjár visti The Guardian at siga, at fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin, Rishi Sunak hevði tryggjað sær yvir 100 stuðlar, og seinnapartin segði ein dulnevnd kelda eisini fyri bretskum miðlum, at Boris Johnson, sum so seint sum í september fór frá sum bæði forsætisráðharri og floksformaður, eisini hevði tryggjað sær neyðuga stuðulin.

Men hesum seta fleiri spurnartekin við. M.a. tí, at 100 tjóðartingslimir ikki alment hava boðað frá, at teir stuðla Boris Johnson.

Sambært The Guardian hevur Rishi Sunak í skrivandi stund undirtøku frá 130 tjóðartingslimum, meðan ávikavíst 56 og 23 hava boðað frá, at teir stuðla Boris Johnson og Penny Mordaunt.

Valevni hava fram til mánadagin klokkan 14 at tryggja sær neyðugu undirtøkuna. Higartil eru tað bert Penny Mordaunt og Rishi Sunak, sum formliga hevur boðað frá, at tey stillaa upp til formansvalið í konservativa flokkinum. Boris Johnson segði tó við stuðulsfólk síni í morgun, at hann er einasta valevnið við einum demokratiskum mandati.

BBC veit at siga, at Boris Johnson og Rishi Sunak fundaðust í gjár, men greitt er ikki, hvat fundurin snúði seg um. Sambært The Guardian er tó greitt, at teir báðir ikki hava gjørt nakra avtalu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder