
Siðani 2021 hevur stóra samkoman í Skálafirði, keldan, havt ein bíbliuskúla.
Bíbliuskúlin Keldan (BSK) hevur havt skeið verið hildin um kvøldið og leygardagar, har. Har hava næmingar havt møguleikan at fingið undirvísing og granska í Bíbliuni.
Nú er ætlanin at útvíðka tilboðið. Keldan skrivar í fráboðan, at hetta verður ein stórur varði í søguni hjá BSK.
Talan verður um tað, ið eftir øllum at døma, verður tann fyrsti fasti dagbíbliuskúlin í Føroyum.
Byrja næsta ár - hava møguleikar seinnapartar
Undirvísingarnar vera fyrrapartar gerandisdagar. Sostatt ber til at ganga á BSK og
samstundis arbeiða seinnapartin, skrivar Keldan.
Á leið 30 ymisk undirvísingarevni eru á skrá í skúlaárinum. Eittnú Guds persónleiki,
Bíblian, gamla og nýggja testamenti, leiðsla, vekingarsøga, bøn, kristin
heimsáskoðan.
- Á skúlanum eru nógvir ymiskir lærarar, sum tó hava til felags hetta greiða mál: At hjálpa næmingunum at vaksa andaliga og gera teir búnar at tæna í Guds ríki.
Sambært Kelduni er málbólkurin øll trúgvandi í Føroyum, sum ynskja at vaksa andaliga og tæna í Guds ríki.
Skúlin byrjar eftir ætlan 1. september 2026 og endar í mai 2027. Leisturin er ein dagsskúli, ið varir í níggju mánaðir. Túrar uttanlands verða eisini á skránni.
Meira er at lesa á bsk.fo, kunnar Keldan um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald