Leygardagin varð ársins Ebbuvirðisløn handað, og í ár fór virðislønin til Katrin Joensen-Næs.
Virðislønin á 25.000 krónur verður handað av Rithøvundafelag Føroya eina ferð um árið til ungan rithøvund, sum hevur sýnt serligar gávur.
Virðislønin varð handað á hátíðarhaldi á Býarbókasavninum í Havn, skrivar Rithøvundafelagið.
Grundgevingin fyri at handa Katrini Joensen-Næs virðislønina er soljóðandi:
– Katrin Joensen-Næs hevur valt sær eina listaleið innan filmslistina. Filmslistin er ung í Føroyum, og man kann siga, at hon er í besta blóma. Katrin hevur í fleiri ár verið ein partur av hesi blómandi listagrein. Filmslistin er helst tann listagreinin, sum sameinir allar listagreinir, men tann parturin, sum hevur størstan týdning fyri ein film, er tann góða søgan.
– Hóast sín unga aldur, hevur Katrin latið tveir filmar úr hondum. Hon skrivaði og leikstjórnaði filmin Ábyrgd, sum kom út í 2020. Nakrir av okkara royndastu leikarum høvdu høvuðsleiklutirnar í filminum, eitt nú Ria Tórgarð og Hans Tórgarð. Ummælarar lótu væl at, og Katrin fekk handað Ársins Sálarheilsuvirðisløn í 2021 frá Sinnisbata. Hetta fekk hon, tí filmurin varpaði ljós á sálarheilsu.
– Í 2023 kom nógv væntaði filmurin Sæla, sum longu hevði fingið nógva umrøðu, áðrenn nakar hevði sæð hann. Høgni Djurhuus, ummælari, rósti filminum og segði m.a., at: "har er einki banalt, einki sentimentalt, einki uttanumtos, einki tvætl, ikki eitt orð ov nógv. Øgiliga kompakt, og kolasvart. Frálíkt." Og tá ið tað eru orðini og søgan, sum er drívmegin, so er tað fyri hetta, at Katrin fær Ebbuvirðislønina. Katrin hevur gingið á Ritlist. Herfyri frættist, at Katrin var sloppin inn á danska filmsskúlan. Hetta er fyrstu ferð í mong ár, at ein føroyingur er sloppin inn á leikstjóralinjuna fyri spælifilm á Den Danske Filmsskole.
– Katrin hevur við sínum filmsarbeiði og frásagnarkynstri víst, at hon fangar við sínum søgum. Tær eru ráar, bersøgnar, og hon torir at nerta við svár evni. Hond hennara skrivar fram eina flá av veruleikanum, sum vanliga er ósjónlig, so hon kemur til sjóndar sum skuggar og ljós á filmsløriftið, har tað avbjóðandi í lívinum fær rúm at vera til, bara soleiðis, sum tað er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald