Uttanlands

Karoline Leavitt fær nýtt starv í politiskum felagsskapi

Fráfarandi talskvinnan í Hvítu Húsunum fer aftur at arbeiða fyri Maga Inc., sum savnar inn pening til politiskt virksemi.

(Mynd: Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-23 15:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Karoline Leavitt, sum um mánaðarskiftið fer úr starvinum sum talskvinna hjá Hvítu Húsunum, fer í nýtt starv í politiska felagsskapinum, sum stuðlar Donald Trump.

Tað segði hon við journalistar á Air Force One herfyri.

Les eisini: Leavitt gevst sum talskvinna í Hvítu Húsunum

Leavitt fer aftur til felagsskapin Maga Inc., sum er ein sonevnd PAC (political action committee), ein felagsskapur, sum savnar inn pening til politiskt virksemi, skrivar Ritzau.

Leavitt arbeiddi eisini fyri Maga Inc. frá 2022 til 2024, áðrenn hon gjørdist partur av toyminum hjá Trump undir valstríðnum í 2024.

Maga er stytting fyri "Make America Great Again", eitt kent slagorð hjá Trump.

Karoline Leavitt hevur áður verið talsfólk hjá Maga Inc., men tað er ógreitt, hvønn leiklut hon nú fer at hava hjá felagsskapinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder