Mentan

Karl fær møguleikan at kekka inn aftur

Men tað er upp til fyrrverandi partnaran um hann sleppur inn

2024-03-21 21:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Greinin avdúkar hvat hendir í trimum teimum nýggjastu pørtunum av norska "Paradise Hotel".

--

Í nýggjastu pørtunum av norska Paradise Hotel, sum komu út sunnudagin sæst 22 ára gamli sandavágsmaðurin Karl Weihe aftur. Hann fær møguleikan at kekka inn aftur á hotellið - hotellið, sum hann annars varð blakaður út frá í síðstu viku.

Les eisini: - Hevði ikki gjørt nakað øðrvísi

Vit eru í hálvfinaluvikuni og stríðið um at koma í finaluna er hart.

Fyrrverandi partnarin hjá Karli Weihe, Helin Moe, sum í roynd og veru var orsøkin til, at Karl Weihe reyk út, er framvegis við í stríðnum.

Evnið hesa vikuna er tey deyðu og tey livandi. Og "tey deyðu", sum eru Karl Weihe og onnur, sum eru tveitt út seinastu tíðina, fáa møguleika at taka ein hálvfinaluluttakara við sær í fallinum.

[object Object](Mynd: Viaplay)

Tey gera av, at taka Mario Riera við sær, og harvið taka ein av stóru profilunum burturúr spælinum.

Í øðrum parti av teimum trimum, sum eru blivnir tøkir hesa vikuna, fáa gestirnir møguleika at fáa ein av teimum deyðu inn aftur í spælið. Tað gera tey við at offra sín núverandi partnara.

Karl Weihe hevur góðar vónir um at koma inn aftur, tí hann væntar, at Helin Moe fer at velja hann. Tað dregur út, og spenningurin er stórur, men tað hendir ikki. Helin Moe velur at stóla uppá sín partnara.

So tað verður ikki á hesum sinni, at sandavágsmaðurin kemur inn aftur á hotellið. Men helst verður hann at síggja aftur í næstu viku sum partur av dómsnevndini - nevndin sum avgerð hvør vinnur Paradise Hotel.

Paradise Hotel sæst stroymingartænastuni á Viaplay. Nýggir partar koma út sunnukvøld.

Les eisini: - Karl ov klókur at hava her

Les eisini: - Eg elski norskar damur

Les eisini: Móttikið deyðshóttanir eftir Paradise-luttøku

--

TV2 hevur gjørt eitt innslag um fyrsta dagin hjá Karli Weihe her.

[object Object](Skíggjamynd: TV2.no)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder