Mentan

Karin Visth í uppskoti til ársins Jan Restorff

Tað er White Guide Danmark, sum letur heiðurslønina uppkallað eftir Jan Restorff, sála, til besta vert á donskum matstovum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-10-30 11:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Karin Visth, dugnaligur víntænari og vertur á Ræst og øðrum matstovum heima í Havn, er millum tey tilnevndu, tá norðurlendska matguide’in White Guide 17. november fer at lata heiðurslønir til danskar matstovur og fólk innan donsku matstovuvinnuna.

Karin Visth er í uppskoti til Årets Jan Restorff 2025. Heiðurslønin, ið er uppkallað eftir føroyinginum Jan Restorff, sum doyði á alt ov ungum aldri fyrr í ár, verður latin til fólk innan vinnuna, sum megna vertsskapin á eini matstovu – eitt starv, sum Jan Restorff dugdi so væl, at øll, ið vitjaðu Søllerød Kro kendu seg vælkomin.

Tey, ið hava vitjað Ræst í Havn og á Koks, tá tann matstovan var virkin, kunnu vitna, at Karin Visth eisini dugir hetta kynstur á sín heilt serliga og vinarliga hátt.

Trý fólk eru í uppskoti til Årets Jan Restorff. Hini eru Jeppe Lund á Frederikshøj, beint sunnan fyri Aarhus og Thomas Korby á matstovuni Mielcke & Hurtigkarl í Frederiksberg have í Keypmannahavn.

Hvør vinnur heiðurslønina verður avdúka á einum galladøgurða á matstovuni Lunden við Charlottenlund Travbane norðan fyri Keypmannahavn 17. november, har tað eisini skulu kjósast ársins kokkar, ársins rættir, ársins matstovur og annað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder