Innanlands

Kanningarstjóri verður settur

Allir andstøðutinglimir hava skrivað undir áheitanina til løgtingsformanninum við boðum um at seta kanningarstjóra at kanna fiskivinnuumsitingina seinastu 11 árini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-10-20 19:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag hevur øll andstøðan á løgtingi undirskrivað áheitan til løgtingsformannin um at seta kanningarstjóra. Sostatt eru 15 undirskriftir fyri.

Tinglimirnir í samgonguni hava eisini fingið kanningarsetningin, og hava møguleika eisini at skriva undir áheitanina.

Kanningin er í trimum pørtum, tí heili tríggjar lógir hava verið galdandi í tíðarskeiðnum 2010-2021, sum kanningin skal fevna um:

  • Fyrsti partur snýr seg um sjófeingislógina frá 2020, sum er galdandi í dag.
  • Annar partur snýr seg um fiskivinnunýskipanina frá 2018-2020

Hesir báðir partarnar skulu vera klárir og almannakunngjørdir hin 1. mai 2022

  • Triðji partur snýr seg um lógina um vinnuligan fiskiskap í tíðarskeiðnum 2010-2018

Hesin parturin skal vera klárur og almannakunngjørdur 1. desember 2022.

Kanningarsetningurin kann lesast her 

Tíðindaskriv frá Tjóðveldi 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder