Uttanlands

Kanning: Zelenskyj hevði tapt, um val var í dag

Núverandi ukrainski forsetin hevði bert fingið 36 prosent av atkvøðunum, um forsetaval var í dag, vísir kanning, sum varð almannakunngjørd herfyri

Volodymyr Zelenskyj hevur verið forseti í Ukraina síðan mai 2019 (Mynd: EPA)

Volodymyr Zelenskyj hevur verið forseti í Ukraina síðan mai 2019 (Mynd: EPA)

2025-12-28 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um forsetaval var í Ukraina í dag, hevði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj helst tapt valið.

Tað vísir ein veljarakanning, sum ukrainska SOCIS hevur gjørt, og sum varð almannakunngjørd jólaaftan sambært ukrainska miðlinum Kyiv Independent.

Sambært kanningini vóru Zelenskyj og ukrainski sendiharrin í Stórabretlandi og fyrrverandi herovastin í ukrainska herinum, Valerij Zaluzjnyj komnir víðari til næsta valumfar.

Valskipanin í Ukraina er gjørd á tann hátt, at fær einki valevni meira enn 50 prosent av atkvøðunum í fyrsta valumfari, er neyðugt við einum afturat.

Sambært kanningini høvdu Zelenskyj og Zaluznyj fingið ávikavist 22 og 21 prosent av atøðunum í fyrsta valumfarinum.

24,1 prosent av teimum 2.000, sum vórðu spurd í sambandi við kanningini søgdu tó, at tey vistu ikki, hvørjum tey høvdu atkvøtt fyri.

Í einum seinna valumfari millum Zelenskyj og Zaluznyj hevði ukrainski sendiharrin fingið 64 prosent av atkvøðunum, meðan núverandi forsetin hevði fingið 36 prosent.

Tað er tó ógreitt, um val kann verða í Ukraina í nærmastu framtíð, og um Zelenskyj hevði verið uppstillaður.

Í Ukraina hevur einki val verið seinastu árini orsakað av krígnum, sum byrjað fyri skjótt fýra árum síðani. Sambært ukrainsku grundlógini er nevniliga ikki møguligt at hava val, meðan landið er í undantaksstøðu orsakað av kríggi.

Seinastu tíðina hevur evnið tó verið viðgjørt. M.a. varð nevnt í amerikanska uppskotinum til friðarætlan fyri Russland og Ukraina, at val skal vera í Ukraina innan 100 dagar.

Zelenskyj segði eisini fyrr í hesum mánaðinum, at ukrainska fólkið eigur at taka støðu til spurningin um landaøki. Tað kann vera umvegis val ella fólkaatkvøðu.

Zelenskyj hevur m.a. sagt, at val kann verða hildið innan 60 til 90 dagar, um trygdin er í lagi. Í hesum sambandi bað ukrainski forsetin um hjálp frá USA og evropeiskum sameindum.

Skal val verða, krevur tað tó, at Russland tekur undir við einari vápnahvíld, legði Zelenskyj afturat.

Zelenskyj hevur verið forseti síðan mai 2019, og átti embætistíð hansara sostatt at enda á vári í fjør. Men, sum áður nevnt, hevur einki ukrainskt val verið, síðan kríggið brast út. Zelenskyj hevur fleiri ferðir seinasta árið sagt, at hann ikki ætlar sær at stilla upp aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder