Føroysk foreldur taka væl undir við at koppseta børnini, og tey síggja koppseting sum eina felags samfelagsliga ábyrgd, og hava álit á myndugleikunum viðvíkjandi tilboðum um koppseting, vísir nýggj hugburðskanning hjá Heilsustýrinum.
Kortini haltar hjá føroyingum at røkka málsetningunum hjá WHO um barnakoppseting, skrivar Heilsustýrið í tíðindaskrivi.
Frágreiðing hjá Landslæknanum í 2024 staðfesti, at undirtøkan fyri barnakoppsetingum er minkandi í Føroyum. Vit megna tí ikki at liva upp til málsetningin hjá heimsheilsustovninum, WHO, um, at í minsta lagi 95 % av børnunum skulu hava viðmældu koppsetingarnar fyri at røkka floksimmuniteti.
Um átøk skulu gerast fyri at betra um undirtøkuna, er neyðugt at skilja, hvørji viðurskifti ávirka avgerðina hjá foreldrum um, hvørt barnið skal koppsetast ella ikki. Tí gjørdi Heilsustýrið í vár eina kanning, sum hevði til endamáls at greina hugburðin hjá foreldrum í Føroyum til barnakoppseting.
Allir føroyingar, sum áttu børn undir seks ár, fingu innbjóðing um at luttaka í kanningini, sum var gjørd í Vanganum.
2.826 foreldur, svarandi til 53,8 prosent, svaraðu kanningini, harav vóru 66 prosent kvinnur og 34 prosent menn. Foreldrini vórðu biðin at svara, hvussu samd ella ósamd tey vóru í eini røð av útsagnum um koppsetingarvilja.
Yvirskipað vísa úrslitini, at koppsetingarviljin er høgur í øllum økjum í Føroyum. Kanningin vísir eisini, at kyn og útbúgvingarstig hava ávirkan á koppsetingarvilja við tað, at kvinnur á hægri útbúgvingarstigi vísa á størri vilja. Aldurin á foreldrunum spælir eisini í ávísan mun ein leiklut, tí tess eldri foreldrini eru, tess størri er viljin at koppseta børnini.
Knapt 90 prosent av foreldrunum meta barnakoppsetingar vera ein felags ábyrgd við endamálinum at steðga smittubreiðslu. Harumframt siga knapt 80 prosent av foreldrunum seg vera sannførd um, at viðkomandi myndugleikar einans loyva effektivum og tryggum barnakoppsetingum. Verður hugt at forðingum, so meta bert 4 prosent av foreldrunum, at tað er so tvørligt at fáa koppsetingar, at barnið ikki fær allar koppsetingarnar.
Sambært Heilsustýrinum líkjast úrslitini frá hugburðskanningini nógv teimum í samsvarandi danskari kanning frá 2022. Prosentparturin av árgangunum eftir 2019, sum eru liðugt koppsett, er tó munandi minni í Føroyum enn í Danmark.
Ein møgulig frágreiðing kann vera, at ein áminningarskipan hevur virkað í Danmark síðan 2014, soleiðis at foreldur fáa eina áminning sendandi, tá barnið eigur at fáa eina viðmælda koppseting, og ein slík skipan er á gáttini til at verða sett í verk í Føroyum eisini, skrivar Heilsustýrið.
Hugburðskanningin staðfestir tó ikki, hví undirtøkan fyri barnakoppsetingum er fallandi. Kanningin vísir, at foreldur sum heild eru ógvuliga jalig um viðurskifti viðvíkjandi barnakoppseting, og at tey hava álit á myndugleikunum á økinum.
Hugsandi er, skrivar Heilsustýrið, at tey, sum eru meira ivandi, ikki hava tikið lut í kanningini. Kanningin gevur kortini ábendingar um hugburðin hjá foreldrum í Føroyum í dag, og úrslitini fara at verða brúkt sum grundarlag fyri teimum átøkum, Heilsustýrið fer at seta í gongd við tí endamáli, at allar barnakoppsetingarnar fara at røkka málsetninginum hjá WHO.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald