Ein triðingur av donsku veljarunum vil framvegis hava Mette Frederiksen sum forsætisráðharra, vísir ein veljarakanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau.
30,2 prosent av teimum spurdu peika á forkvinnuna í Danska javnaðarflokkinum, tá teir verða spurdir, hvønn tey helst vilja hava til stjórnarleiðara.
Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra, sum fyri góðari viku síðani boðaði frá, at hann bjóðar seg fram sum forsætisráðharravalevni, fær undirtøku frá 9,1 prosent av veljarunum.
8,2 prosent peika á Alex Vanopslagh, formann í Liberal Alliance. Hann hevur boðað frá, at hann er til reiðar at gerast forsætisráðharri, um flokkur hansara er tann størsti borgarilig flokkurin, og borgarligi vongurin fær meirilutan eftir valið.
27,3 prosent av teimum spurdu siga seg ikki vita, hvønn tey vilja hava til forsætisráðharra.
Í kanningini, sum varð gjørd í tíðarskeiðnum 2. til 4. mars við 1.053 luttakarum, varð eisini spurt, hvønn fólk vilja hava til forsætisráðharra, um valið bert stendur millum Mette Frederiksen og Troels Lund Poulsen.
Tá peika 48,3 prosent á Mette frederiksen og 31,8 prosent á Troels Lund Poulsen. 19,9 prosent siga seg ikki vita.
Mette Frederiksen hevur verið danskur forsætisráðharri síðan 2019. Um hon sleppur at halda fram í sessinum verður greitt eftir fólkatingsvalið 24. mars.
Flokkurin hjá Mette Frederiksen missir átta tingsessir
Sambært somu kanning hevði Danski javnaðarflokkurin fingið 23,5 prosent av atkvøðunum, sum hevði givið 42 tingsessir. Á seinasta vali í 2022, fekk flokkurin 27,5 prosent av atkvøðunum og 50 tingsessir.
Vinstra hevði sambært kanningini fingið 8,2 prosent av atkvøðunum og 15 tingsessir, sum eisini er ein afturgongd í mun til í 2022, tá flokkurin fekk 13,3 prosent av atkvøðunum og 23 tingsessir.
Triði stjórnarflokkurin, Moderaterne fær í kanningini 5,7 prosent av atkvøðunum og 10 tingsessir. Í 2022 fekk flokkurin 9,3 prosent av atkvøðunum og 16 tingsessir.
Sostatt hevði sitandi stjórnin tilsamans fingið 67 tingsessir. Á seinasta fólkatingsvali fingu stjórnarflokkarnir 89 tingsessir.
Tilsamans fær reyði blokkurin 49,2 prosent av atkvøðunum, sum gevur 84 sessir í Fólkatinginum, meðan blái blokkurin fær 44,8 prosent, sum gevur 81 tingsessir.
DR: Stjórnin missir 28 tingsessir
Ein onnur kanning, sum er gjørd fyri DR 5. mars, gevur stjórnini eitt sindur verri úrslit.
Har fáa Danski javnaðarflokkurin, Vinstra og Moderaterne ávikavist 35, 17 og 9 tingsessir - tilsamans 61, sum er 28 færri enn á seinasta fólkatingsvali, tá grønlendsk og føroysk umboð ikki eru tald við.
Dagførd kl. 11.51
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald