Hevði fólkatingsval verið í dag, hevði sitandi stjórnin í Danmark - danski Javnaðarflokkurin, Moderaterne og Vinstra - fingið 40,9 prosent av atkvøðunum og harvið 73 tingsessir.
Tað vísir ein kanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau.
Tað eru danski Javnaðarflokkurin og Moderaterne, sum hava framgongd sambært veljarakanningini, sum gevur flokkunum ávikavist 23,1 og 7,0 prosent av atkvøðunum.
Tað er besta úrslitið, sitandi stjórn hevur fingið í einari Voxmeter-kanning í tvey ár.
Ein Voxmeter-kanning, sum varð almannakunngjørd fyri tveimum vikum síðani gav danska Javnðarflokkinum 19,8 prosent og Moderaterne 3,3 prosent av atkvøðunum.
Síðan tá hevur stríðið um Grønland fylt nógv, og hevur formaðurin hjá Moderaterne, Lars Løkke Rasmussen uttanríkismálaráðharri verið á vitjan í Washington D.C. saman við grønlendsku landsstýriskvinnuni í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt.
Tað var í sambandi við amerikanska ynskinum um at yvirtaka Grønland, at tey hittu amerikanska varaforsetan, J.D. Vance og amerikanska uttanríkismálaráðharran, Marco Rubio.
Triði stjórnarflokkurin, Vinstra stendur sambært Voxmeter-kanningini til at fáa 10,8 prosent av atkvøðunum, um val var í dag, og tað er tað sama sum fyri tveimum vikum síðani.
Á seinasta fólkatingsvali í 2022 fingu teir tríggir stjórnarflokkarnar tilsamans 50,1 prosent av atkvøðunum, sum gav teimum tilsamans 89 tingsessir.
Nýggjasta veljarakanningin hjá Voxmeter er gjørd í tíðarskeiðnum 19. januar til 25. januar, har 1.035 fólk vórðu spurd.
Ein veljarakanning, sum Megafon gjørdi fyri TV 2 fyrr í mánaðinum gav danska Javnaðarflokkinum 22,7 prosent av atkvøðunum, Moderaterne 6,4 prosent, og Vinstra 10,1 prosent.
Les eisini: Gongur framá hjá stjórnarflokkum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald