Innanlands

Kannaðu 300 bilar í Suðuroynni

21 mál vórðu skrivað í Vági og á Tvøroyri í gjár í serligum átaki hjá løgregluni

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-17 07:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í gjár gjørdi ferðslupolitiið kanningar í Suðuroynni.

Tilsamans vóru 300 bilar steðgaðir í Vági og á Tvøroyri, og tilsamans 21 mál vóru skrivað fyri brot á ferðslulógina.

Talan var um slitin dekk, lyktafeilir, ikki koyrikort uppi á sær og so víðari. Bilførararnir fingu bøtur fyri brotini. Eingin var tikin fyri ferð, verður upplýst av politistøðini.

Aftur í dag kann væntast at ferðslupolitiið ger ferðslukanningar í Suðuroy.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder