Innanlands

Kanna framvegis eldsbrunan á Stykkinum

Eldur kom í trý hús 25. september, og húsini fóru illa í eldinum – Ein maður, sum er skuldsettur í málinum, er framvegis varðhaldsfongslaður

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-10-20 13:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan kannar framvegis eldsbrunan á Stykkinum fyri nærum einum mánaða síðani.

Tað var um kvøldið 25. september, at eldur kom í trý hús. Tey fóru illa í eldinum, men eingin fráboðan var um fólkaskaða.

Maðurin, sum er skuldsettur í málinum, situr framvegis í varðhaldi, skrivar Kringvarpið. Varðhaldsfongslingin er longd til 12. november.

Málið verður kannað sum eldáseting.

Sí eisini: Myndir: Húsini eru illa farin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder