Bretska stjórnin umhugsar við lóg at strika Andrew Mountbatten-Windsor, beiggja Charles kong úr arvafylgjuni til bretsku trónuna.
Hetta verður, tá løgreglan er liðug at kanna málið, har fyrrverandi prinsurin er skuldsettur fyri embætismisnýtslu, upplýsir eitt ónevnt bretskt embætisfólk fyri Reuters eftir at fleiri bretskir tjóðartingslimir hava skotið upp at strika Andrew Mountbatten-Windsor úr arvafylgjuni.
Hetta skal gerast í samráð við tey londini, har bretski kongurin er ríkisovasti - í Stórabretland, Norðurírland og 14 onnur sjálvstøðug Commonwealth-lond, m.a. Avstralia og Kanada, skrivar Ritzau.
Andrew Mountbatten Windsor er nummar átta í bretsku arvafylgjuni eftir William prinsi, børnum hansara, og Harry prinsi og børnum hansara.
Fyrrverandi prinsurin, sum misti øll síni kongaligu heiti á heysti í fjør, varð handtikin hósmorgunin og leyslatin aftur um kvøldið.
Les eisini: Andrew Mountbatten-Windsor leyslatin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald