Innanlands

Kann hava neiliga ávirkan á heilsuna

Eitt slag av gurkumeiu verður afturkallað, tí tað hevur ov høgt innihald av chlorpyrifos, sum ikki er loyvt, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

2023-11-26 14:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt slag av gurkumeiu verður nú afturkallað orsakað av ov høgum innihaldi av chlorpyrifos, sum ikki er loyvt sum plantuverjuevni longur.

Vøran er seld í føroyskum handli síðan januar 2023.

Innihaldið av chlorpyrifos kann hava neiliga ávirkan á heilsuna, og eigur vøran at verða burturbeind ella latin inn, har hon er keypt, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Um vøruna:
Merking: Turmeric Powder Haldi - Kurkumapulver
Brand/Trade Name: TRS Asia´s Findest Foods
Nettovekt: 100 g
Best fyri: 29/2-2024

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder