Norðuramerikanska landið, Kanada, fyrireikar seg nú til at fara í tættari samstarv við ES, eftir at handilsviðurskiftini við grannan, USA, eru komin í djúpa kreppu.
- Vit miða eftir at gerast limur í Evropeiska Samveldinum, men vit byrja við at kjakast um eina serliga samgongu millum Kanada og ES, segði kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, í Toronto sunnudagin.
Hann førdi fram, at Kanada og ES hava somu virði og raðfestingar, og hava tilfeingi, ið hóskar væl til hvørtannað.
Nýggja kanadiska støðan kemur eftir, at samráðingarnar við týdningarmesta handilsfelagan hjá Kanada, USA, slitnaðu og londini í staðin settu høgan toll á vørurnar hjá hvørjum øðrum.
Tónin landanna millum er alsamt vorðin harðari, og politikarar á ymsum stigum í USA og Kanada eru nú farnir í almenningin fyri at háða hvønn annan.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, helt sunnudagin fram við ábreiðslunum móti grannalandinum fyri norðan. Hetta hendi á veg heim frá eini vitjan í Írlandi.
- Kanada er tað ringasta landið at fáast við. Men tey tráða eftir eini avtalu, segði Trump í sambandi við, at samráðingarnar eru slitnaðar.
Mark Carney, forsætisráðharri, hevur hinvegin tosað við fleiri evropeiskar leiðarar hesar seinastu mánaðirnar, og fer í hesi vikuni til Bretlands og Fraklands, og skal eisisni halda eina røðu í ES-tinginum í Strasbourg hósdagin.
Carney hevur góð viðurskifti við Evropa, og tosar stundum við franska forsetan, Emmanuel Macron. Umleið 20 prosent av fólkunum í tvímælta Kanada, hava franskt sum móðurmál.
Kanadiski forsætisráðharrin las í Bretlandi, og hevur doktaraheiti frá lærda háskúlanum í Oxford.
Kanada er formelt eitt parlamentariskt kongsveldi við Charles II kongi av Bretlandi sum ríkisleiðara.
Amerikanski miðilin The Wall Street Journal, skrivaði sunnudagin, at Carney hevur biðið sín serliga sendimann til Evropa, John Hannaford, um at kanna hvørjar møguleikar Kanada hevur í Evropa uttan at gerast limur í ES.
Sambært miðilinum hava umboð fyri ES nevnt møguleikan fyri, at Kanada kann fáa eitt slag av atlimaskapi í ES.
Kanadiski búskapurin hevur í fleiri áratíggju verið tætt knýttur við tann amerikanska. Upp móti tveir triðingar av kanadiska útflutninginum er farin til USA.
Ein víðkað handilsavtala millum Kanada og ES kann tó møta avbjóðingum, eitt nú um Kanada skal ganga undir evropeiska regulering.
Kanada og ES hava havt fríhandilssáttmála síðan 2017, men hann er ikki er ikki galdandi fult út, tí tíggju ES-lond enn ikki hava sett hann í gildi av ymsum orsøkum.
Ivamál eru eitt nú um handil við landbúnaðarvørum og hvussu íløgur kunnu javnstillast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald