
Kanada droppar ætlanirnar um avgjald á talgildar tænastur, fáar tímar áðrenn at hetta skuldi koma í gildi.
Hetta verður gjørt í eini roynd at skunda undan handilssamráðingarnar við USA.
Um vikuskiftið boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump frá, at hann fór at steðga allar samráðingar við Kanada alt fyri eitt orsakað av avgjaldinum, sum fór at raka amerikanskar tøknifyritøkur sum eitt nú Amazon, Meta, Google og Apple.
Les eisini: Trump: Steðga øllum samráðingum við Kanada
Sonevndi digital services tax var trý prosent av inntøkunum fyri talgildar tænastur, sum fyritøkur hava fingið frá kanadiskum brúkarum, um inntøkurnar eru yvir 20 milliardir dollarar um árið. Hetta skuldi verða galdandi við afturvirkandi gildi frá 2022.
Kanadiska fíggjarmálaráðið sigur, at kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney og amerikanski forsetin, Donald Trump halda fram við samráðingunum fyri at gera eina avtalu áðrenn 21. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald