Mentan

"Kamarið" ársins útvarpshitt

Lagið hjá bólkinum Tøgn varð valt sum ársins útvarpshitt 2025

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-02-27 09:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgunsendingini hjá Kringvarpinum í morgun varð avdúkað, at lagið "Kamarið" hjá bólkinum Tøgn er kosið Ársins útvarpshitt 2025.

Á øðrum plássi var "Av náði Guds" hjá Mariu á Lakjuni, og á triðja plássi endaði "Handyman" hjá Niclas Hera Jákupssyni.

Tað eru Beinir Troest Rasmussen, Jónas Gaard og Bárður Petersen, sum manna Tøgn.

Teir lýsa "Kamarið", sum varð givið út á vári í fjør, sum "ein folk/pop ballada, ið snýr seg um at hava onkran at líta á, tá ið alt tykist svart".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder