
31. august hátíðarheldur kirkjuliðið í Kaldbak, at kirkjan í bygdini hevur rundað tey 190 árini.
Byrjað verður við morgunmati fyri bygdarfólkinum, og síðan verður farið í kirkju til hátíðarguðstænastu, har prestarnir Bergtórur Hjelm Bjarkhamar og Theodor Eli Dam Olsen taka lut saman við Jógvani Fríðrikssyni, biskupi.
Kaldbaks kirkja er bygd í sama sniði, sum er eyðkent fyri flestu føroysku kirkjurnar frá sama mundi. Sjálv kirkjan er úr timbri við flagtekju og er tjørað uttan.
Hon er væl smíðað, og skurðarverkið í kórsvegginum er meiri fjølbroytt enn í mongum øðrum kirkjum, og tað ber boð um eitt framúr gott og snøgt handverk.
Arbeiðsmennirnir, ið bygdu Kaldbaks kirkju, vóru 8 í tali. Teir vóru úr Kaldbak, Kollafirði, av Sundi og av Glyvrum. Dávid Petersen úr Kollafirði stóð fyri arbeiðinum. Dávid, ið var ættaður av Miðgerði, hevði verið í Danmark og lært bæði jarn- og træsmíð. Lásið í úthurðini skal eitast at vera sveinastykki hansara.
Tilfarið varð keypt í Kgl. Handlinum í Tórshavn. Kirkjan stóð í gerð í tríggjar mánaðir.
Kirkjuna vígdi Struer próstur 16. August 1835, 9. Sunnudag eftir trinitatis.
Hetta stendur at lesa í bókunum um føroysku kirkjurnar eftir Palla Gregoriussen. Hanus T. Bærentsen greiddi frá um Kaldbaks kirkju.
Aðrar kirkjur hava staðið á hesum staði, og í skrivligum keldum sæst, hvussu tær hava sæð út, og hvussu standurin var.
Kirkjugarðurin var rundur, men varð víðkaður í 1935 og broytti harvið snið. Hóast kirkjan stendur niðarlaga, vita fólk einki um at siga, at brim hevur skolað niðan í kirkjugarðin.
Fyrsta orglið kom í kirkjuna í 1912, og tað læt bygdarfólkið.
Hanus skrivar, at tá lík skuldi koma í kirkjuna úr Havn, varð sjálvandi róð, og lagt varð at landi á Bíggjarstøð norðan fyri kirkjuna. Siður var, at báturin vendi tríggjar ferðir runt á fjørðinum.
Hanus skrivar í 1995, at konfirmatión hevur verið tvær reisur í kirkjuni. Í 1878, og í 1962, tá ein genta úr Havn konfirmeraðist í Kaldbaks kirkja. Staðfestast kann, at bæði farleiðin, og tænastan eru batnað munandi.
Í gomlum døgum var prestur skjútsaður við báti og kom til bygdina leygardag seinnapart. Seinni komu teir við postbátinum úr Havn. Kom eisini fyri, at prestur var fluttur við báti av Sundi.
Álagt var kaldbaksmonnum at skjútsa, tó fingu teir eina lítla samsýning afturfyri. Siglt var úr Kaldbak yvir á Kallanes norðanfyri Hvítanes, og síðan varð gingið út í Sandagerð eftir presti, og menninir fingu somu upggávu, tá prestur skuldi heimaftur. Bøkur og prestklæði skuldi sjálvandi berast, og ikki var altíð tespiligt í brimi og ringum veðri. Skjúts varð avtikið í 1936.
Fólk av Sundi gingu eisini í kirkju í Kaldbak.
Nógv meira kundi verið sagt um hesa vøkru kirkju, ið er ein varði í føroyskari byggilist.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald