Innanlands

Kaj Leo stillar ikki uppaftur

Stutt fyri fyrsta uppstillingarfundin hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy, hevur fyrrverandi floksformaðurin gjørt støðu sína endaligu greiða

- Takk fyri øll somul eftir 25 ár í politikki gevist eg, takk til veljarar, familju vinir og kenningar

- Takk fyri øll somul eftir 25 ár í politikki gevist eg, takk til veljarar, familju vinir og kenningar

2026-02-27 10:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Takk fyri øll somul eftir 25 ár í politikki gevist eg, takk til veljarar, familju vinir og kenningar.

Hetta skrivar Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook-síðu sínari fyrrapartin.

Fyrrverandi formaðurin í Sambandsflokkinum og fyrrverandi løgmaður hevur áður sagt, at hann ikki ætlar at stilla uppaftur.

Kaj Leo hevur tó seinni latið eitt sindur upp fyri, at hann kann finna uppá at taka eitt valskeið afturat, men nú hevur royndi politikkarin endaliga staðfest, at hetta var tað.

Havnarmaðurin, sum eisini er kendur fyri fótbólt og vinnulív, varð fyrstu ferð valdur á Løgting fyri Sambandsflokkin í 2002. Hann var Føroya løgmaður í tíðarskeiðnum 2008 til 2015 og hevur síðani verið landsstýrismaður í heilsumálum og løgtingslimur.

Seinastu árini hevur Kaj Leo Johannesen verið raktur av sjúku og situr nú í koyristóli. Fyri kortum gjørdist hann fyrsti løgtingslimur, sum fór á tingsins røðarapall við nýggju koyristólavinarligu skipanini.

Føroya Val, felagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy, hevur uppstillingarfund mánadagin 2. mars. Tá verður valevnislisti gjørdur uttan Kaj Leo Johannesen fyri fyrstu ferð í 24 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder