Innanlands

Kærustovnurin gav Tvøroyrar kommunu viðhald

Í avgerðini hjá Føroya Kærustovni, sum er endalig í fyrisitingarligum høpi, verður staðfest, at málsviðgerðin av byggiloyvinum til Varðan Pelagic var lóglig og røtt

2025-05-14 15:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein av mest umrøddu og drúgvastu byggimálsviðgerðum í Føroyum hevur nú fingið eina nýggja og endaliga fyrisitingarliga støðu. Føroya Kærustovnur staðfesti í gjár, at málsviðgerðin hjá Tvøroyrar kommunu av byggiloyvinum til Pf. Varðan Pelagic var lóglig og røtt.

Pf. Varðin Pelagic søkti 29. desember 2022 Tvøroyrar kommunu um byggiloyvi til at víðka um virksemið á havnalagnum, har felagið ynskti at byggja eina lýsi- og proteinverksmiðju.

Viðgerðartíðin hevur verið bæði umfatandi og drúgv, og fleiri kærur hava verið viðgjørdar á leiðini. Kommunan hevur frá byrjan av verðið opin og kunnandi um ætlanina, og hevur skipað fyri borgarafundi, almennum hoyringum, parts- og grannhoyringum í drúgvu málsviðgerðini, skrivar Tvøroyrar kommuna á heims síðu síni. 

Føroya Kærustovnur hevur við síni avgerð í gjár staðfest, at øll fyrisitingarlig viðgerð, eins og samtyktin hjá Tvøroyrar kommunu at geva  Pf. Varðanum Pelagic byggiloyvið, hevur verið í samsvari við galdandi lóggávu. Avgerðin frá Føroya Kærustovni er endalig í fyrisitingarligum høpi og kann ikki kærast víðari innan fyrisiting. 

Tó er møguligt at kæra sjálva avgerðina um byggiloyvi til civila rættin innan eina freist á seks mánaðir frá tí, at avgerðin hjá Føroya Kærustovi er kunngjørd.

Borgarstjórin hjá Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, fegnast um avgerðina, sum staðfestur at kommunan hevur viðgjørt málið rætt.

Hann vísir á, at hetta bendir á greitt og neyðugt støðufesti í málinum, sum samstundis leggur lunnar undir framhaldandi vinnuligari menning á havnalagnum á Tvøroyri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder