
Mikudagin sýnir Filmsfelagið mest umrødda danska filmin beint nú – “Kærlighedens gerninger” – sum kontroversielli og nýskapandi leikstjórin Jesper Rønde (f.1973) stendur fyri.
Hanna, sum býr í einum átrúnaðarligum new age felagsskapi á jútsku vesturstrondini, ynskir fremst av øllum at fáa eitt barn. Men varda tilveran í felagsskapinum verður vend á høvdið, tá yngri beiggin, Jakob, púra óvæntað kemur á vitjan og burturtrongd minni úr barnaárunum koma upp at blása.
Fer beiggin at forða fyri dreyminum hjá Honnu, at gerast mamma? Og kunnu limirnir í felagsskapinum liva upp til egnar ásetingar og trúgv, tá tey fáa spurningin: Hvør ræður yvir kærleikanum?
Heitið á danska filminum er tað sama, sum Søren Kierkegaard brúkti í 1847, tá hann skrivaði um næstrakærleika.
Undir altjóða heitinum ”Acts of Love” varð filmurin hjá Jesper Rønde frumsýndur í Rotterdam. Leikstjórin, sum fyrr hevur gjørt heimildarfilmar sum ”Jerusalem, min elskede” (2003), um at missa trúnna í einum býi við trimum átrúnaðum, og “The Swenkas” (2004), um menn í Johannesburg í Suðurafrika. Fyrsta spælifilmin, “Bridgend” (2015), gjørdi Rønde í Wales, har 79 fólk, í flestu førum tannáringar, tóku seg av døgum í tíðarskeiðnum 2007 til 2012.
Nýggi filmurin, “Kærlighedens gerninger”, byggir á upplivingar hjá systrini.
Danski presturin og ummælarin, Kristian Ditlev Jensen, sigur í fimmstjørnaðum ummæli í Ekko, at ”Jeppe Rønde hevur gjørt ársins mest provokerandi, tankavekjandi og rørandi film.”
“Kærlighedens gerninger” verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið 17. september kl. 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald