Uttanlands

Kaðalvognur fór av sporinum í Lissabon

Minst 15 fólk deyð í portugisiska høvuðsstaðnum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-09-04 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst 15 fólk doyðu og 23 fingu skaða í eini vanlukku í høvuðsstaðnum í Portugal, Lissabon, tá ein kaðaljarnbreytavognur fór av sporinum.

Støðan hjá fimm av teimum særdu er framvegis álvarslig, skrivar ABC News, sambært Ritzau.

Í gjárkvøldið kendu tey enn ikki orsøkina til vanlukkuna.

Talan er um tann rættiliga víðagitna Glória Funicular kaðalbreytina. Felagið Carris, ið rekur breytina, váttaði hendingina fyri CNN.

Eisini portugisiski forsetin, Marcelo Rebelo de Sousa, hevur úttalað seg um vanlukkuna.

- Fosetin sendir sína samkenslu til familjunar, ið eru raktar av hesum sorgarleiki og vónar, at hendingin skjótt verður uppklárað av myndugleikarnar, sum hava ábyrgdina fyri hesum, skrivaði heimasíðan hjá forsetanum í gjárkvøldið.

Borgarstjórin í Lissabon, Carlos Moedas, segði soleiðis eftir vanlukkuna:

- Hetta er ein sorgardagur fyri okkara bý. Ein trupul dagur fyri øll. Hetta er tíverri sera álvarsligt. Hetta er ein vanlukka, ið ikki átti at verið hend, segði hann sambært RTP.

Stjórnin í Portugal hevur lýst landasorg í dag. Í Lissabon hevur býráðið lýst sorg í kommununi í tríggjardagar, skrivar CNN í Portugal.

[object Object]
Funicular da Glória er eitt av eyðkennunum í Lissabon (Mynd av Instagram)

Kaðalbreytin er eitt av landamerkjunum hjá Lissabon, og er sera væl dámd av ferðafólkunum í býnum. Hon koyrir í brekkuni millum plássið Restauradores og býarpartin Bairro Alto.

Kaðalvognarnir kunnu flyta upp til 42 fólk í senn. Kaðalbreytin varð tikin í nýtslu í 1885.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder