Innanlands

Jósup avloysir Rituna í tvær vikur

Hetta kemst av, at Ritan í næstu viku skal á beding. Ferðaætlanin á leiðini millum Hvannasundi og Svínoy/Fugloy verður kortini tann sama

Jósup

Jósup

2022-10-27 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú mánadagin 31. oktober og tvær vikur fram verður Ritan á beding. Hetta skrivar Strandferðslan

Samstundis verður kunngjørt, at og í nevnda tíðarskeiðið fer
 Jósup at røkja siglingina millum Hvannasundi og Svínoy/Fugloy

- Siglt verður sambært ferðaætlanini fyri leið 58. Jósup skal tilkallast á tlf. 293110.

Ritan er bygd í 1971.

Jósup er eitt privat skip, ið vanliga verður nýtt til sigling millum Sørvág og Mykines. Stranferðslan hevur áður leigað Jósup sum avloysaraskip.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder