Jórunn Gudmundsen er sett sum leiðari í Messuni.
Tá Messan, sjóvinnusavn og mentanarhús í Vágum, søkti eftir leiðara herfyri, komu sjey umsóknir inn til starvið.
Jórun Gudmundsen er 32 ár og úr Sandavági.
Hon hevur eina akademiútbúgving í leiðslu á Glasir og somuleiðis eina skrivstovuútbúgving innan almenna fyrisiting.
Hon hevur seinast starvast sum marknaðarráðgevi hjá Teima Ráðgeving og leiðari í Ungdómshúsinum í Sunda kommunu. Undan hesum hevur hon arbeitt sum móttøku- og skrivstovufólk í einum farloyvisstarvi í ALS, skrivstovufólk í Familjufyrisitingin í farloyvisstarvi, umframt at hava arbeitt sum marknaðarleiðari í RD Group í 2022-2024.
Jórunn er virkin ítróttarkvinna og hevur íðkað nærum allan ítrótt og súkklar við Team Rynkeby. Hon er eisini kend sum tónleikari og hevur útgivið fleiri stakløg.
Jórunn byrjar í starvinum sum leiðari fyri Messuna 1. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald