Innanlands

Jón Vilhelm hevur starvast hjá Vágs kommunu í 25 ár

Hósdagin var hátíðarhald í Vágs kommunu, har Jón Vilhelm fekk handað blómutyssi og gávu frá borgarstjóranum

Mynd: Vágs kommuna

Mynd: Vágs kommuna

2021-04-18 14:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin 15. apríl var hátíðarhald í Vágs kommunu í sambandi við, at Jón Vilhelm hevði starvast í kommununi í samfull 25 ár.

Í samband við starvsdagin fekk Jón handað blómutyssi og gávu frá borgarstjóranum, Bjarna Johansen.

– Sigast má, at arbeiðið og grønufingrarnar hjá Jón síggjast aftur í býarmyndini. Seinastu mongu árini hevur Jón, saman við hinum arbeiðsmonnunum í kommununi, lagt nógva orku í at fríðka m.a. kirkjugarðin og minnisvarðan. Eisini standa nógvu grønuøkini og blómubeðini og prýða um í Vági, til gleði fyri vágbingar og vitjandi, skrivar kommunan á heimasíðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder