Innanlands

Jón Brian Hvidtfeldt fer undir sætta árið í formanssessinum

Á aðalfundi leygardagin varð Jón Brian Hvidtfeldt afturvaldur til formann hjá felagnum Føroysk Miðlafólk – Beate L. Samuelsen varð eisini afturvald, og John Johannessen avloysir Elina Mirjamsdóttir í nevndini

Nýggja nevndin hjá føroysku miðlafólkunum (Mynd: Føroysk Miðlafólk)

Nýggja nevndin hjá føroysku miðlafólkunum (Mynd: Føroysk Miðlafólk)

2021-03-22 15:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 20. mars hevði felagið Føroysk Miðlafólk, fakfelagið fyri føroysk miðlafólk, aðalfund.

Á nevndarvali varð Jón Brian Hvidtfeldt afturvaldur til formann, og sostatt fer hann nú undir sætta árið í formanssessinum, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Sambært viðtøkunum fyri Føroysk Miðlafólk skal formaðurin veljast hvørt ár, umframt tveir nevndarlimir.

Nýggjur í nevndini er John Johannessen, sum avloysir Elina Mirjamsdóttir. Bæði starvast tey sum journalistar í Kringvarpinum.

Beate L. Samuelsen varð eisini afturvald fyri næstu tvey árini.

Hini í nevndini eru Øssur Winthereig og Uni Arge, sum ikki stóðu fyri vali hesaferð.

Varalimir eru Arnfríð Joensen Dahl og Jens Kristian Vang.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder