Mentan

Jólatrøini tendrað í Klaksvíkar kommunu

Jólatrøini í Klaksvíkar kommunu verða tendrað í døgunum 27. november til 4. desember

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2021-11-22 16:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi vikurnar verða ymisk jólahald í Klaksvíkar kommunu í sambandi við, at jólatrøini verða tendrað, og kommunan hevur kunngjørt eitt yvirlit á heimasíðuna.

Fyrstu jólatrøini verða longu tendrað leygardagin 27. november. Tað eru jólatrøini í Vágstúni og Árnafirði.

Jólatræið í Vágstúni verður tendrað klokkan 15.30. Øssur Kjølbro, prestur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Jólatræið í Árnafirði verður tendrað klokkan 17. Niels Andreasen, portørur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Boðið verður til ein kaffimunn í gamla bygdahandlinum eftir haldið.

Jólatræið í Ánunum verður tendrað mánakvøldið 29. november klokkan 18. Karl H. Johansen, borgarstjóri heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Boðið verður kaffimunnur aftaná.

Jólatræið á Norðoyri verður eisini tendrað mánakvøldið 29. november, klokkan 19. Eyðstein Poulsen, býráðslimur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Boðið verður kaffimunnur aftaná.

Í Kalsoy verða jólatrøini á Trøllanesi, í Mikladali, á Húsum, og á Syðradali tendrað 2. desember klokkan ávikavíst 18, 19, 20 og 20.30.

Bjørn Kalsø, varaskúlastjóri heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl. 17.15 og av Syðradali kl. 21.00 – bussur er við í ferðini.

Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 4. desember klokkan 16. Heri Joensen, prestur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og Ritan siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder