Leygarkvøldið varð 20 metrar høga jólatræið tendrað í Betlehem á Vestara Áarbakka fyri fyrstu ferð, síðan kríggið í Gazageiranum brast út í 2023.
Betlehem verður av kristnum heiðrað sum Jesu føðistað, og er eitt vælumtókt ferðamál, serliga um jólini.
Árliga jólahaldið í býnum hevur tó ikki verið seinastu árini orsakað av krígnum í Gaza.
Bethlehem liggur umleið 60 kilometrar frá Gazageirnaum, men kortini hevur býurin verið ávirkaður av støðuni. Nógvir íbúgvar á Vestara Áarbakka hava familju og vinfólk í Gazageiranum, og kríggið hevur eisini havt ávirkan á ferðavinnuna.
Nú tað eru nærum tveir mánaðir, síðan vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas kom í gildi, skipar býurin aftur fyri jólahaldi.
Túsundatals fólk - bæði kristin og muslimar - møttu upp at luttaka í jólahaldinum, skriva fleiri tíðindastovur.
Les eisini: Vilja taka næsta stig í vápnahvíldini millum Ísrael og Hamas
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald