Í morgin, leygardagin 29. november verða jólini skotin í gongd í Tórshavnar kommunu, tá jólatræið á Vaglinum og jólaljósini kring býin verða tendrað og jólasmátturnar lata upp.
Tiltakið byrjar klokkan 15.30, tá Elsa Berg, borgarstjóri, og Uni Næs, dómpróstur, halda røður, skrivar Tórshavnar kommuna.
Tórshavnar kommuna fær jólatræið sum gávu frá Reykjavík, og tí er siðvenja, at ein íslendskur gestur eisini heldur røðu. Í ár er tað Sanna Magdalena Mörtudóttir, býráðslimur í Reykjavík.
Julius og Rógvi koma at hjálpa børnunum at tendra ljósini, og teir koma á Vaglið í einum gomlum, reyðum sløkkiliðsbili.
Tá jólatræið er tendrað, verður nissudisko á pavillongini uttanfyri Ráðhúsið. Beinta Haraldsen diskar.
Frá í morgin ber eisini til at vitja serstøku jólasýningina í Konditarínum við lutum frá Býarsavninum. Lív Arge Simonsen hevur staðið fyri at finna fram savnslutirnar, sum eru ein tíðarlummi frá, tá Konditaríið var í velmaktini. Á loftinum er gevistova til smábarnafamiljur. Sýningin er ókeypis og verður opin hvørt vikuskifti fram til jóla, skrivar kommunan.
Komandi vikuna, aftan á at jólatræið er tendrað á Vaglinum, verða jólatræhald kring kommununa, og eisini verða onnur jólatiltøk í miðbýnum í desember. Til ber at síggja skránna á Facebooksíðuni Jól í Miðbýnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald