Innanlands

Jólatræ úr egnari viðarlund

Hetta er fyrstu ferð, at Vestmanna kommuna brúkar egið træ á jólum og ikki hevur keypt eitt úr útlondum

(Mynd: Vestmanna kommuna)

(Mynd: Vestmanna kommuna)

2025-11-11 10:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

At hugsa grønt og endurnýta verður eisini ein partur av jólahugnanum í Vestmanna í ár. Stóra jólatræið, sum fer at prýða Torgið og bygdina um jólini, er úr viðarlundini í bygdini, skrivar Vestmanna kommuna. 

Fyrstu trøini í viðarlundini vórðu sett niður av skúlanæmingum á vári í 1990. Síðan tá er viðarlundin vaksin nógv í vavi, og í dag eru yvir 2.000 trø í hugnaligu viðarlundini.

Fríggjadagin vóru arbeiðsfólkini hjá kommununi og feldu eitt granntræ í viðarlundini og í gjár varð træið sett upp á Torginum, klárt til at verða prýtt við lýsandi perum.

Hetta er fyrstu ferð, at kommunan brúkar egið træ á jólum og ikki hevur keypt eitt úr útlondum.

Jólatræið er 33 ára gamalt og er tað helst Finnbogi Joensen, skúlatænari og stigtakari til viðarlundina, sum sjálvur hevur sett træið niður á sinni, tí einki nummarspjaldur var á.  Øll trø, sum næmingar hava plantað, eru skrásett við navni og nummari.

Jólatræið verður tendrað fríggjadagin 21. november. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder