Innanlands

Jólaskipið vitjar í Runavík

Leygardagin vitjar jólaskipið í Runavík við jólamonnum og nissugentum

2025-12-10 20:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú er frætt frá skipara og manning umborð á jólaskipinum. Jólaskipið leggur at við bátahylin í Runavík leygardagin 13. desember kl. 16.30. 

Saman við jólamonnunum og nissugentunum gongur leiðin frá havnalagnum niðan til grøna økið við Løkin. Ein pallur er uppsettur nærindis, har jólamenninir og nissugenturnar fara at framføra. Umframt kakao og bollar bjóða jólamenninir eisini okkurt gott til børnini. 

Í sambandi við at jólaskipið vitjar, verður eingin gjøgnumkoyring har Gulasteinsvegur og Fjøruvegur møtast og eftir Mylnuvegnum frá Heiðavegnum frá kl. 16:15 til 16:45 leygardagin 13. desember. 

Flestu handlar í økinum hava opið til kl. 20. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder