Mentan

Jólaskipið kemur inn á Vágsbotn

Jólamenninir koma inn á Vágsbotn leygardagin kl. 15. GHM spælir hugnaligan jólatónleik undir Bryggjubakka, meðan jólamenninir bjóða karamellur

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2023-12-07 15:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fjarrit er komið frá jólaskipinum, sum boðar frá at skipið kemur inn á Vágsbotn leygardagin 9. desember klokkan 15. Umborð á jólaskipinum eru fleiri jólamenn, og teir gleða seg at heilsa uppá øll børnini.

GHM spælir hugnaligan jólatónleik undir Bryggjubakka, meðan jólamenninir bjóða karamellur. Síðani leggja jólamennirnir leiðina niðan í vakurt prýdda Amtmansgarðin, har Ríkisumboðið bjóðar holukøkur og kakao.

Forvitnisligi jólamarknaðurin á Vaglinum og í Betri garðinum hevur opið frá kl. 12 til 18.

Á pavilionini í Tinghúsgarðinum:

16.00 Frelsunarherurin spælir jólatónleik.

16.30 Ælabogin spælir jólatónleik

Jólamenn ganga í býnum og bjóða karamellur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder