Innanlands

Jólamerki skaffa pengar til vælgerandi endamál

Bárður Dal Christiansen hevur sniðgivið jólamerkini í ár

2022-10-18 10:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú ber til at søkja stuðul úr Jólamerkjagrunninum.

Stuðul verður latin á hvørjum ári til stovnar, feløg og onnur, ið virka fyri tiltøkum til frama fyri børn. Eisini kann stuðul latast til tiltøk til frama fyri ungdóm, fólk, ið bera brek ella onnur samfelagsgagnlig endamál. Stýrið fyri Jólamerkjagrunnin kann játta stuðul eftir egnum uppskoti.

Síðan Jólamerkjagrunnurin varð settur á stovn í 1979, er stuðul latin til nógv ymisk endamál. Seinastu árini hevur grunnurin m.a. latið stóran stuðul til felagsskapin Kris, Ævintýraferðina, Eydnudeildina og Loppurnar, umframt ‘Øll hava rætt til góð barnaár’, ið er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya. Sambært viðtøkunum fyri grunnin hevur Jólamerkjagrunnurin til endamáls at býta út vinningin av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út. Freistin at senda inn umsókn er 31. oktober.

Nýggj jólamerki verða sniðgivin hvørt ár, og í ár hevur Bárður Dal Christiansen sniðgivið jólamerkini. Eitt ark við 15 merkjum kostar 30 krónur, og ársins jólamerki fáast til keyps á Posta og á stamps.fo frá 24. oktober. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder