Mánakvøldið 22. desember skipa sjálvboðin, við stuðli frá Vágs kommunu, fyri jólaløtu fyri tey, sum eru einsamøll á jólum.
Jólaløtan verður mánakvøldið 22. desember klokkan 18.00 – 21.00 í Meinigheitshúsinum. Á skrá verða jóladøgurði, sangur, søgur og spøl.
Tað er ókeypis at luttaka, men tilmelding krevst, skrivar Vágs kommuna.
– Jólahøgtíðin er fyri nógv ein góð og hugnalig tíð, har samvera og hugni fylla nógv. Men hjá summum kann jolahøgtíðin eisini følast, sum ein er einsamallur – ein kann hava mist ein kæran, familjan býr langt burturi, ella aðrar orsøkir gera, at ein situr einsamallur.
– Heitt verður eisini á øll, ið kenna onkran, sum kanska hevði glettst um eina slíka løtu, um at kunna tey og – um tørvur er á tí – hjálpa teimum at tilmelda seg, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald