Mentan

Jólakonsert í Klaksvík

Á stytsta degi verður jólakonsert í Soli Deo Gloria

2018-12-15 20:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjakvøldið 21. desembur kl.20:00 verður jólakonsert á Soli Deo Gloria, sum heldur til á Klaksvíksvegi 56 í Klaksvík.

Dugnaligir tónleikarar her undir Heðin Askham, Maria á Lakjuni, Olvheðin Jacobsen, Kirstin og Bodil Olsen, og Katarina Petersen koma at framføra tríggir sangir hvør hetta kvøldið.

Í steðginum verður bjóðað kaffi og smákøkur. Konsertin leggur upp til hugna og jólafrið og er serliga ætlað vaksnum.

Konsertin er ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder